New Course:  2. YOGA OG MEDITATIÓNS RETREAT Í HESTI Í JULI

Course Information:

Yoga og meditatión í 4 dagar úti í Hesti.
Við Lis Helgadóttir og Duritu Holm
Flyt teg úr gerandisdegnum, frá skundi og skyldum, og kom út í Hest.
4 dagar við yoga, meditatión, heilsugóðum vegetarmati og vakrari náttúru   
22. - 25. juli
Prísur: 2900 kr fyri yoga, meditatión, gisting og mat.
Dentur verður lagdur á at taka seg aftur frá øllum tí uttara vit eru von við, og ístaðin hyggja inneftir, og venja okkum við friðin. Sostatt verður nakað av tíðini hildin í tøgn. 

Hettar var eitt av viðmælunum frá einari sum var við á fyrra skeiðnum í summar:

"3 dagar á Yoga og Meditatións Retreati í Hesti flugu afstað, hóast 24 tímar vóru í tøgn - sum eisini var sera áhugavert at royna. Fantastiskt at byrja summarferiuna við at koma niður í gear, sløkkja telefonina, leggja gerandis tankar og bekymringar til síðis, og bert at vera í løtuni saman við mær sjálvari og 15 øðrum fantastiskum kvinnum. Yoga tímarnir og meditatións øvilsini vóru top, væl variera og komlimenteraðu hvørt annað sera væl. Eisini ótrúliga góður matur!"
                                                                                                                                        Kristina

 Skráð:

08:00 - 08:45   morgun yoga + 15 min meditatión
09:00 Morgunmatur 
Steðgur
11:30 - 13:00 yoga
13:00 - 14:30 Eta
Steðgur
16:30 - 17:30  Frágreiðing um meditatión. Sitandi- og gongu meditatión
18:00 eta
19:00 - 20:00 Fyrilestur og stutt meditatión
20:00 - 21:00 Skímingar  yoga                 

Meira kunning: skrivi til mín: durita75@hotmail.com ella gjøgnum hesa heimasíðuna, ella boð á messenger til Duritu Holm ella Lis Helgadóttir.

Tilmelding her á síðuni, ella gjøgnum boð til Lis ella mín

2. YOGA OG MEDITATIÓNS RETREAT Í HESTI Í JULI
  • Forma: Presencial
  • Starts: 22 July 2021
  • Prize: 2.900 KR
Interested? Sign up now!
What did you think about this course?