Hví praktisera mindfulness?

Hví praktisera mindfulness?

Upprunin til mindfulness kemur úr einum av teimum elstu budistisku tekstunum, sum eitur “Satipathana sutta”, tað er ein rættiliga stuttur tekstur, har tað verður beskrivað hvussu vit praktisera mindfulness. Teksturin er bygdur á tey fýra funtamentini fyri mindfulness. Altso tey fýra økini har vit praktisera at vera tilvitaði og nærverandi í lívinum:


  1. At vera tilvitaður og nærverandi í okkara kroppi
  2. At vera tilvitaður og nærverandi í okkara kenslum
  3. At vera tilvitaður og nærverandi í okkara sinni
  4. At vera tilvitaður og nærverandi í “dhammas”, allar okkara relatiónir, relatiónir til alt okkara egna innara, og alt tað uttara í lívinum.


Hetta merkir, at í veruleikanum eggjar Satipathana teksturin, sum er eini 2000 ára gamal, okkum til at vera tilvitaði og nærverandi í øllum llívsins viðurskiftum: Kroppinum, sum er allir okkara sansir (følisansurin, sjón, hoyrn, luktur, smakkur), okara kenslir, okkara tankar og hvussu vit fyrihalda okkum til alt sum hendir, bæði innaní okkum og uttanfyri okkum (dhammas). 


Hetta er bestemt ikki tað vit vanliga gera. Vanliga eru vit ikki tilvitaði og nærverandi á hesum økjunum yvirhøvur. Vanliga rennur lívið avstað ígjøgnum okkara sansir, tankar og kenslir, uttan at vit veruliga eru til staðar og nærverandi við tí. Vit koyra fyri tað mesta ahead við sjálvstýraranum uttan veruliga at geva okkum gætur um hvat, hví og hvussu okkara lív er.


Vit eru vanliga so vavd inn í okkara kenslur, tankar og umstøður, at vit fullkomiliga missa alt perspektiv, og eftirsum ting henda alla tíðina, og vit hava hendan ómetaliga inteligensin og kreativitetin, sum vit menniskju jú hava, so byrja vit beinanvegin at bryggja saman fløktar søgur, við øllum møguligum leiklutum, og intrigum: tey góðu, tey ondu, ofrini, tey óseku, tey seku, gamalt agg, skammur, øvindsjúka og fiktivar forsøgnir og stúran um framtíðina bygdar á tulkingar og søgur úr fortíðini.


Sannleikin er, at tað er útlúgvandi at liva soleiðis, og tað ringasta av øllum er, at tá vit fløkja og vevja og tulka og meina og døma alt, so førka vit okkum longur og longur burtur frá sjálvari løtuni. Vit flyta okkum burtur frá tí veruliga, einfalda “søguleysa” veruleikanum.


Fyri at koma aftur til mindfulness, so er tað relevant at spyrja: og hvat er so poengið í at vera uppmerksom upp á andadráttin hjá mær, ella at sansa kroppin hjá mær - hvat er tað gott fyri?


Jú, nettup tí at lívið er hesin máttmikli streymurin av hendingum sum fossa rundanum okkum og innan í okkum, og tí tað er so ómetaliga lætt at missa seg sjálvan burtur í øllum meldrinum - altso missa friðin, missa miðsavningina og at vera til staðar í sær sjálvum, at vera grundaður og støðufastur í sær sjálvum.


Tá vit koma aftur til andadráttin ella sansa kroppin hjá okkum, tá koma vit aftur til hesa løtuna. Tá koma vit aftur til tað veruliga lívið sum tað sær út í hesi løtuni, og ikki uppdyktaðar, tulkaðar søgur um lívið. 

     Vit koma aftur til okkum sjálvi, vit lenda í kroppinum og í tí púra einføldu løtuni, og úr hesum grundfesta staðnum, megna vit betur at eygleiða og vera tilvitaði um okkara tankar, kenslur og relatiónir við okkum sjálvi og umverðina, uttan at fløkjast inn í meldurin, tulkingarnar og søgurnar sum gera at vit missa perspektiv og gerast stressaði og ónøgd.

    



Other News