Course Information:
Skeið í 6 pørtum, har vit nøra okkara samband við náttúruna gjøgnum mindfulness. Vit kanna hvussu náttúran fyrimyndar frælsið og mátt.
Vit hyggja at tí villa í okkum sjálvum, og hvussu vit alt ov lættliga verða spekt og sett í bás, um vit ikki hava gott samband við tað ótamda, máttmikla og frælsa í okkum sjálvum.
Málið er at nýta nærleikan til náttúruna til at nærkast okkara egnu sál.
Eg helt hettar sama skeiðið á enskum í januar, februar, og her eru tvey av viðmælunum:
Your course has been glorious!
I wanted to thank you once again.
I've been in an unusually high state of flux for the past few weeks and your course has been a guiding light exposing some extraordinary truths!
It has been a truly extraordinary experience and one that I will continue to build on with curiosity and excitement. I'm so grateful to have been a part of it.
Emily
I have enjoyed your teachings so much. I thought the way you explored each theme, and held all their interrelations, was masterful. Really, It was like reading a brilliant book. And your approach was so personal and with a humour I really love in your teaching. The opportunity to re-conceive myself within the natural world, and take time to change my attitude outside in - it was exactly what I wanted from the course.
Alice
1. Kvøld: NÆRVERA VIÐ NÁTTÚRUNI!
Hvat merkir tað í roynd og veru, at vera til staðar í løtuni? Hvussu menna vit djúpa nærveru við náttúruna og sálvt lívið? Og hví er tað so gagnligt fyri okkum og tey rundan um okkum?
2. Kvøld: SPEKING AV SÁL OG HJARTA!
Hvussu mentan of samfelag kúga okkara frælsa, ótamda likam og lívstreysti. Kallið til at traðka út um kend mørk, og menna tað villa lyndið og sambandið við sjálva lívskraftina.
3. Kvøld: HVAT ER FRÆLSI? OG HVAT HEVUR TAÐ AT GERA VIÐ MÁTTA?
Hvat kunnu vit læra um frælsið og okkara íbornað mátt tá vit flyta okkum burtur frá tí vælkenda? Og hvussu kunnu vit nýta sjálva náttúruna sum lærumeistara?
4. Kvøld: HVØR ERI EG?
At læra at bara vera í streyminum av upplivingum, í kenslumeldrinum, tankafløkjunum og øllum tí sum hendur rundan um okkum. Hvussu kunnu vit nýta kroppin og náttúruna til at kenna okkum sjálvi?
5. Kvøld: KROPPURIN: EIN KELDA AV VÍSDÓMI!
Kroppurin sum rein náttúra, lívskraft og vísdómur. Kroppurin sum sálarfriður men eisini villur og ótamdur. Kroppurin sum støðufast hylki sum rúmar øllum.
6: Kvøld: AT MENNA EITT SÁLARRÍKT SAMBAND VIÐ LÍVIÐ
At lata okkara innara og uttara heim renna betur saman. At duga at lurta eftir okkara veruliga tørvi, og skapa okkara lív bæði innan og uttan í tráð við tað.
Skeiðið er online á zoom, og eg sendi tykkum ljóðupptøkuna hvørt kvøld tá vit eru liðug, sostatt missur tú einki, um tú ikki kann vera við okkurt kvøld.
Skeiðið byrjar tískvøldið 13. apríl kl. 20:00 til 21:15 og heldur fram tey fimm eftirfylgjandi tískvøldini somu tíð. Seinasta kvøldið er sostatt 18. mai.
Prísur: 750 kr sum kunnu flytast á kontu í Betri Banka: 9181 00004355794. Tá peningurin er fluttur er tú endaliga teknað/ur til.