New Course:  Yoga og Meditatións retreat í Hesti í juli

Course Information:

Yoga og meditatión í 4 dagar úti í Hesti.
Við Lis Helgadóttir og Duritu Holm
Flyt teg úr gerandisdegnum, frá skundi og skyldum, og kom út í Hest.
4 dagar við yoga, meditatión, heilsugóðum vegetarmati og vakrari náttúru
8. - 11. juli        
Prísur: 2900 kr fyri yoga, meditatión, gisting og mat.
Dentur verður lagdur á at taka seg aftur frá øllum tí uttara vit eru von við, og ístaðin hyggja inneftir, og venja okkum við friðin. Sostatt verður nakað av tíðini hildin í tøgn. 
Fyribils skrá:
                        09:00 - 10:15 Yoga
10:30 - 11:15 Meditatión
Steðgur 30 min
11:45 - 12:20 Pranayama, bodyscan, nidra
13:00  Døgurði og steðgur
17:00 - 18:15 Yoga 
18.30 - 19:30 Meditatión
19:30 Nátturði

Meira kunning: skrivi til mín: durita75@hotmail.com ella gjøgnum hesa heimasíðuna, ella boð á messenger til Duritu Holm ella Lis Helgadóttir.
Tilmelding her á síðuni, ella gjøgnum boð til Lis ella mín

Yoga og Meditatións retreat í Hesti í juli
  • Forma: Presencial
  • Starts: 08 July 2021
  • Prize: 2.900 KR
Interested? Sign up now!
What did you think about this course?