New Course:  Yoga og meditatións retreat í Spania

Course Information:

Staðið har retretið verður er rættiliga serligt, tað er primitivt men serstakliga sjarmerandi mitt úti í náttúruni við fantastiskum útsýni, skógi, einum fossi, svimjihyli við kelduvatni sum rennur í hylin alla tíðina, og lekkur vegetarmatur sum er 80 % vistfrøðiligur. 
Staðið kann kanska lýsast sum "hippisligt", so hettar er ikki nakað fyri tey sum gjarna vilja njóta eitt sindur av luksus.
Um tit vilja hyggja at staðnum: www.baileenelaire.com 
Hettar liggur beint við bygdina Pitres í Alpujarras (Andalusia).
Lis og eg hava framvegis ikki lagt nakra fasta skráð um hvussu dagarnir verða, men tað verður heilt vist nógv yoga og nógv meditatión, og sjálvandi eisini ein góður steðgur  seinnapartin aftaná døguðra til at ganga túr, lesa, svimja og sóla sær.
Prísurin fyri skeiðið er umleið 6500 kr, orsøkin til at vit siga umleið, er tí har eru ymiskir prísir alt eftir hvar man svevur... Altso um man hevur einakamar osfr.
Við í hesum prísinum er allur matur gisting og undirvísing í meditatión og yoga. Allar ferðaútreiðslir standa tit sjálvi fyri.
Tað hevði verið snilt um tit øll flugu til Malaga við sama flogfari, tí so kundu vit skipa fyri einum bussi sum koyrdi tykkum til hurðina. Tað er satt at siga eitt sindur fløkjasligt at koma higar við almennum flutningi.
Vit hugsa at eitt flogfar sum fór úr Keypmannahavn morgun ella fyrrapart tann 1. juni hevði verið frálíkt.
Vit hugsa heimferð til Keypmannahavnar við flogfari seinnapart tann 7. juni. 
Til ber eisini at vera longur, t.d. í Malaga, men framvegis nýta flutningin vit skipa fyri.
Skrivi endiliga til Lis ella mín Duritu  á messenger ella email: durita75@hotmail.com, um tit hava spurningar.
Alt tað besta og gott nýggjár!
Durita og Lis


Yoga og meditatións retreat í Spania
  • Forma: Presencial
  • Starts: 01 June 2022
  • Prize: 6.500 €
Interested? Sign up now!
What did you think about this course?